- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stýrið arbeiðir við haldførinum hjá Bústøðum
Í gjár var samgongu-tingmaðurin og løgtingsgrannskoðarin Erling Eidesgaard ein av teimum, sum atkvøddi saman við andstøðuni um at beina lógaruppskot um 350 millióna lániheimild til Bústaðir aftur í nevnd, heldur enn at samtykkja tað við 3.viðgerð. Orsøkin er ein nýggj frágreiðing frá Landsgrannskoðanini um Bústaðir. Tann frágreiðing reisir spurningar, og tí vilja løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri upplýsingar frá Bústøðum. Biðið er um roknskap fyri 2023, eina fíggjarætlan og eina langtíðar haldførisætlan.
Bústaðir hevur enn ikki útvegað løgtinginum hesar upplýsingar, og tí valdi ein meiriluti av løgtinginum at beina málið aftur í Rættarnevndina.
-Upplýsingarnar eru á veg, lovar Teitur Samuelsen, stýrisformaður í Bústøðum.
Um sjálva frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini sigur Teitur Samuelsen, at stýrið fyri Bústaðir arbeiðir við at tryggja langtíðar haldførið hjá Bústøðum.
Hoyr samrøðu við stýrisformannin, Teit Samuelsen:
Stýrið fyri Bústaðir hevur enn ikki lýst eftir stjóra til felagið, eftir at stýrið koyrdi Andras Róin til hús 13. februar. Fyribilsstjóri er Hjørdis Gaard Lailudóttir.