- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norliga: Strandferðslan hevur ikki víst rokningum aftur
Norliga: Strandferðslan hevur ikki víst rokningum aftur
Ongar rokningar eru sendar, eftir at arbeiðið við bíleggingarskipanini bleiv steðgað 28. februar 2022.
03.05.2024 - 09:09
Strandfaraskip landsins hava ikki víst aftur rokningum frá Norliga fyri bíleggingarskipanina.
Rokningar eru ikki avvístar, sigur Norliga.
Strandfaraskip landsins bóðu sjálv um rokningarnar, sigur Norliga eisini.
Ongar rokningar eru sendar eftir, at arbeiðið við bíleggingarskipanini bleiv steðgað 28. februar 2022.
Norliga hevur stevnt Strandfaraskipum landsins eftir 1,3 mió. krónum, sum felagið sigur seg hava til góðar hjá Strandferðsluni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV