55 útlendsk skip við ferðafólkum koma á Havnina

55 útlendsk skip við ferðafólkum koma á Havnina
Tórshavnar havn er nú limur í norðuratlantiska umhvørvisfelagsskapinum EPI
Stívliga 100 ferðafólk eru við Ultramarine.
 
02.05.2024 - 06:34

Fyrsta útlendska ferðamannaskipið var í Havn í gjár.

Tað var 128 metra langa Ultramarine, sum er fyrsta skip av 55 í ár. 

Stívliga 100 ferðafólk vóru við.

Skipið fór til Funnings seint í gjárkvøldið.

Síðsta skipið, Hamburg, kemur 1.oktober.

Bæði Ultramarine og Hamburg eru sokallað ekspeditiónsskip.

24 onnur slík koma til Havnar í ár.

Samstarv og limaskapur

Fyrr í ár var gjørt samstarv millum Tórshavnar havn og Visit Tórshavn.

Fólk er sett í starv at taka sær av ferðamannaskipum.

Tórshavnar havn gjørdist í fjør limur í norðuratlantiska umhvørvisfelagsskapinum EPI.

Við tí limaskapinum fær Tórshavnar havn betri grundarlag at vita, hvussu nógv skipini dálka, sigur Hanus Mikkelsen, stjóri hjá Tórshavnar havn.

Tá Ultramarine kom í gjár, kom fyrsta skrásetingin um dálking í dátugrunnin.

Hann skal brúkast til at gera hagtøl um, hvussu nógv hvørt skip dálkar.

Tess meir eitt skip dálkar, tess størri er gjaldið, sum Tórshavnar havn krevur frá tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856