Sjáldsamur fuglur á Sandi, har vindmyllur skulu setast upp

Sjáldsamur fuglur á Sandi, har vindmyllur skulu setast upp
SEV sigur, at tað ber til at staðseta vindmylurnar eftir, hvar fuglurin reiðrast
Ætlanin er at seta tvær vindmyllulundir upp í Sandoynni. (Savnsmynd)
 
01.05.2024 - 14:43

Sjáldsamur fuglur er í Klivaløkshaga vestan fyri Sandsbygd, har ætlanin er, at ein nýggj vindmyllulund skal gerast.

Tó ber til at staðseta vindmyllurnar eftir, hvar fuglurin reiðrast, sigur SEV.
 
Umhvørvisárinsmetingin, sum SEV hevur latið gera, staðfestir, at fleiri fuglasløg í Klivaløkshaga vera hildin at vera hótt.
 
Umhvørvisárinsmetingin hjá SEV er ein fyrbils kanning. Tann, ið vinnur útboðið av vindmyllulundini í Klivaløkshaga, skal sjálvur gera nýggja kanning.
 
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
 
 
01052024_Vindmyllur_i_Sandoynni

 

Freistin at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina er 4. juni.

Jón Aldará er lívfrøðingur og formaður í Føroya Fuglafrøðifelag. Hann sigur í viðmerking við útvarpið, at Føroya Fuglafrøðifelag nú fer at kanna fuglalívið í Klivaløkshaga.

Les umhvørvisárinsmetingina her.

 


 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519