Harðskapsmál: Løgreglan leitar framvegis eftir vitnum

Harðskapsmál: Løgreglan leitar framvegis eftir vitnum
Maðurin, sum sóknast verður eftir, er ikki undir illgruna fyri nakað, men kann hava møtt gerningsmanninum
 
01.05.2024 - 16:21

Løgreglan leitar framvegis eftir vitnum í sambandi við ógvusliga harðskapsmálið við Sandá sunnukvøldið.

Løgreglan hevur sóknast eftir vitnum í málinum og vil serliga tosa við ein ávísan mann, sum kann hava sæð gerningsmannin, og sum tí kanska kann hjálpa løgregluni.

Tað sigur Heri Andreasen, varapolitiinspektørur, við útvarpið í dag.

Maðurin, sum løgreglan sóknast eftir, er ikki undir illgruna fyri nakað, men hildið verður, at hann kanska kann hava møtt gerningsmanninum.

Ein kvinna í 20-árunum varð sunnukvøldið um átta tíðina álopin við Sandá, har hon gekk túr. Gerningsmaðurin leyp á kvinnuna aftanífrá og framdi ógvusligan harðskap móti henni. Kvinnan

fekk skaðar og varð løgd inn á Landssjúkrahúsið.

Umleið eitt korter eftir álopið handtók løgreglan ein mann í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Hann er varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Maðurin, sum er í tríatiárunum og er útlendingur, noktar seg sekan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977