- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royna at fáa vápnahvíld í Gasa í seks vikur
Roynt verður framvegis at fáa semju um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas.
Málið er, at vápnahvíldin skal vara í seks vikur.
Tað sigur talsmaðurin fyri Hvítu húsini í USA, John Kirkby, við ABC News.
Ein fyribils steðgur í krígnum hevur eisini við sær, at Ísrael ikki ger innrás í býin Rafah, har suðuri í Gasa, sigur John Kirkby. Fyribils í øllum førum.
1,3 milliónir í Rafah
USA er ímóti, at Ísrael ger hernaðarliga innrás í Rafah. Tað gjørdi amerikanski forsetin, Joe Biden, aftur greitt, tá hann í gjár tosaði við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, í telefon.
1,3 milliónir palestinar búgva í løtuni í Rafah.
Umboð fyri stríðandi partarnir fara væntandi til Egyptalands í dag at samráðast um treytirnar fyri einari møguligari vápnahvíld, og at nakrir av gíslunum, sum Hamas tók til fanga 7. oktober í fjør, verða latnir leysir.
Sambært tølum frá heilsumyndugleikunum í Gasa, har Hamas hevur valdið, hevur kríggið kravt 34.356 mannalív í Gasageiranum.