- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mars er keyptur fyri góðar 11 milliónir
Mars er keyptur fyri góðar 11 milliónir
Ymisk arbeiði skulu gerast umborð, áðrenn skipið fer til fiskiskap
29.04.2024 - 09:09
Frystilínuskipið Mars, sum partafelagið Fossá í Sandavági keypti úr Noregi fyri 11 milliónir og 150.000 krónur, liggur framvegis í Havn.
Skipið kom til Føroya 14.apríl.
Ymisk arbeiði skulu gerast umborð, áðrenn skipið fer til fiskiskap.
Skipið hevur, sambært Teyggjuni, einki fiskiloyvi fingið enn.
Mars er bygt í 1988 í Danmark.
Einaferð hevði skipið navnið Stapin. Tað hevur eisini verið í Grønlandi.
Partafelagið Fossá eigur eisini frystilínuskipið Eivind.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV