- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk skip fiska svartkalva, kalva og tosk á Flemish Kap
Trolarin Kappin er um at vera liðugur við at fiska svartkalvakvotuna á Flemish Kap.
Kvotan er 193 tons.
Ísfiskalínuskipið Vesturhavið er eisini á Flemish Kap. Vesturhavið hevur fingið 40 tons av kalva síðani 12.apríl.
Kalvi hevur onga kvotu á Flemish Kap.
Og línuskipið Pison er á veg á Flemish Kap at fiska tosk.
Kappin er um at vera liðugur at fiska svartkalvakvotuna á Flemish Kap.
Hava eginkvotu
Nú hava skipini eginkvotu, so teimum nýtist ikki at skunda sær á Flemish Kap.
Føroysk skip sleppa at fiska góð 2600 tons av toski á Flemish Kap í ár.
Tað er næstan dupult so nógv sum í fjør.
Nógv størri heildarkvota
Stóra økingin í toskakvotuni kemst av, at limalondini í NAFO eru samd um at loyva nógv størri heildarveiðu eftir toski á Flemish Kap.
Mest loyvda veiðan fór úr 6000 tonsum í fjør upp í 11.700 tons í ár.
Føroyingar eiga eisini 193 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski á Flemish Kap.