- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæruvaldið í Landsrættin við tveimum dómum um hassj
Ákæruvaldið fer í Landsrættin við dómunum, sum tveir ungir menn fingu í Føroya rætti fyri hálvthundrað kilo av hassji.
Annar fekk tvey ár og sjey mánaðir, og hin fekk tvey ár og tríggjar mánaðir.
Fongsulsrevsingin er treytaleys. Teir eru framvegis í varðhaldi.
Og ákæruvaldið ætlar at hava teir har, til Eystari landsrættur kemur til Føroya í august.
Harðskapur, hóttanir og frælsistøka
Triði maðurin, ein litavi, fekk fýra mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap, hóttanir og frælsistøku. Hann var eisini ákærdur, men frídømdur fyri hassjið.
Litavin er sagdur úr Føroyum. Hann hevur ikki loyvi at koma higar í trý ár. Hann er farin av landinum
Maðurin var tikin hálvan august. Hann hevur verið í varðhaldi síðani, so hann hevur sitið meira enn dupult so leingi sum hann er dømdur at sita.
Hansara dómur í Føroya rætti er endaligur.