- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðsluóhapp í Eysturoyartunlinum
Stutt fyri døgurða hendi eitt ferðsluóhapp niðri í Eysturoyartunlinum. Ein bilur rendi á listarverkið, í sjálvari rundkoyringini niðri í tunlinum.
Løgreglan fekk fráboðan um óhappið klokkan 11:35.
Eysturoyartunnilin varð stongdur eina lítla løtu, so neyðsynjarakfør kundu sleppa ótarnað framat. Men tunnilin var latin upp aftur fyri ferðslu lítla løtu seinni.
Ein einsamallur, eldri maður var í bilinum. Hann var við vit, men var fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Enn veit løgreglan ikki, hví bilurin rendi á rundkoyringina niðri í Eysturoyartunlinum.
Greitt er, at listarverkið hjá Tróndi Patursson hevur fingið skaða, men er óvist, hvussu nógvan skaða tað hevur fingið. Eisini fekk bilurin nakað av skaða.