Havfrøðingur: Úrslitið av COP29 er nokkso syndarligt

Havfrøðingur: Úrslitið av COP29 er nokkso syndarligt
Veðurlagsráðstevnan, COP29, sum hevur verið í Baku í Aserbadjan síðstu tvær vikurnar, endaði í gjárkvøldið við eini avtalu
Mynd: Murad Sezer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.11.2024 - 18:19

Avtalan sigur millum annað, at frá 2035 skulu heimsins ríkastu lond, á hvørjum ári, geva 300 milliardir dollarar, sum svarar til góðar 2.100 milliardir í okkara pengum, til heimsins fátækastu lond, sum stríðast við veðurlagsbroytingar.

Hóast londini blivu samd um eina avtalu, eru tað langt frá øll, sum eru nøgd við avtaluna.

India finst hvassliga at avtaluni. Upphæddin er alt ov lítil og tað vísir greitt, at ríku londini ikki vilja taka ábyrgd.

Bolivia, Nigeria, Pakistan og onnnur fátæk lond, taka undir við atfinningunum hjá India.

Úrslitið av COP29 er nokkso syndarligt, sigur Bogi Hasnen, havfrøðingur, sum heldur at ov lítið verður gjørt fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1710398

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982