Stuldurin í Klaksvík: Pengarnir ikki komnir afturíaftur

Stuldurin í Klaksvík: Pengarnir ikki komnir afturíaftur
Teir nógvu pengarnir, sum blivu tiknir í innbrotinum í Keypsamtøkuni í Klaksvík síðst í mars, eru ikki komnir afturíaftur.
 
23.04.2024 - 15:49

Teir nógvu pengarnir, sum vóru tiknir í innbrotinum í Keypsamtøkuni í Klaksvík, eru ikki komnir afturíaftur. Og einki nýtt er um innbrotið, sum var sunnumorgunin 24. mars.

Tveir menn vóru tiknir tá. Teir vóru avhoyrdir, men nokta seg sekar. Politiið bað ikki um at fáa menninar varðhaldsfongslaðar.

Men teir eru framvegis skuldsettir, sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. Eingin annar er skuldsettur, sigur hann. 

Ymiskt, sum var funnið á innbrotsstaðnum, var sent til Danmarkar til kanningar. Svar er ikki komið haðani enn.

Málið verður framvegis kannað, sigur Kári Jacobsen. 

Løgreglan heitti á fólk um at boða frá, um tey vistu nakað um innbrotið. Eingin hevur gjørt vart við seg, sigur Kári Jacobsen.

Nógvir pengar vóru stolnir í innbrotinum. Hvussu nógvir, vil løgreglan ikki upplýsa.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977