- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trygdarserfrøðingur: Vesturheimurin má ikki gerast bundin av Kina
Tað ávarar Cathrine Lagerberg, norskur trygdarserfrøðingur, um í samrøðu við norska blaðið Børsen.
- Russland er sum ein melduródn, meðan Kina er sum eina flóðalda, ið kemur spakuliga, men rakar vil fullari megi, sigur Cathrine Lagerberg, serfrøðingur í strategiskum trygdar- og váðametingum.
Á LinkedIn skrivaði hon í síðstu viku um sína stúran, tí kineskiski elbilaframleiðarar hava trýst prísin so nógv niður, at ES-nevndin nú kannar, um kinesisku framleiðararnir hava órættvísan fyrimun, tí teir fáa almennan stuðul.
Og elbila-ídnaðurin ikki er tann einasti, sum fær trupulleikar, vísur Lagerberg á.
Kinesisk framleiðsla fyllir meira og meira marknaðin, og tað kann máða stigið undan framleiðsluni av tøkni og ídnað í Vesturheiminum.
- Hetta kann gera okkum bundin av kinesiskum innflutningi av tí, sum vit einaferð útfluttu og høvdu kappingarfyrimun av, sigur hon.
Cathrine Lagerberg nevnir ítøkiliga undirstøðukervi og vindmyllur, sum dømi um ídna, sum møguliga kunnu gerast bundin av veitingum úr Kina.
- Tá ið talan er um vindmyllur, er greitt, at útbjóðarar í Vesturheiminum sum oftast missa alt, tí teir vera undirbodnir av kinesiskum veitarum, sum fáa almenna stuðul. Teir hava tí lítlan møguleika at vinna útbjóðingar, sigur Lagerberg.
Hon vísur á, at Kina hevur eina ætlan, har Vesturheimurin verður yvirhálaður. Tí heldur hon, at fyritøkur skulu hava hjálp til ráðgeving, tá ið tær umhugsa at keypa kinesiska framleiðslu at brúka í síni framleiðslu, skrivar norska blaðið Børsen.