Ólekiliga sjúkur við krabbameini: “Tá man er farin, so er man farin”

Ólekiliga sjúkur við krabbameini: “Tá man er farin, so er man farin”
Øssur Winthereig misti foreldur og beiggjar tíðliga í lívinum. Í dag er hann ólekiliga sjúkur við krabbameini. Hann ræðist ikki deyðan, men hann hugsar um tey, sum sita eftir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.04.2024 - 19:32

“Vit hava ruddað. So liggur tað í bakhøvdinum, at vit rudda jú út. Har er okkurt sum er eftir, sum eg gjarna vil hava, men eg veit, at í somu løtu, eg eri farin, so verður tað koyrt niðan á Sandvíkarhjalla, og tað er eisini í lagi."

Øssur Winthereig hevur verið á teldunum og savnað tað, sum er vert at goyma á einum harddiski. Um nú onkur skuldi havt hug til at síggja tað, tá hann ikki er her meir. Saman við døtrunum hevur hann eisini ruddað út í øllum tí, hann hevur savnað ígjøgum árini. Orsøkin er, at Øssur hevur krabbamein, og hann verður ikki frískur.

Hann veit, at tíðin er knøpp, men hann hevur ongantíð spurt læknarnar, hvussu leingi hann skal rokna við at liva. Hann vil ikki vita. Tað sigur Øssur Winthereig, journalistur, í poddvarpsrøðini "Mín síðsta deadline".

Øssur Winthereig við døtrunum Røskvu og Silju. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen.

 

Eg taki tað ikki so øgiliga alvorligt. Tað er nokk tað alvorligasta, sum kann henda, at man doyr. Men eg taki tað virkuliga ikki so øgiliga alvorligt. Eg taki tað meira alvorligt fyri tey, sum koma at sita eftir. Tí tá man er farin, so er man farin.

Øssur Winthereig, journalistur, í poddvarpsrøðini "Mín síðsta deadline"

 

 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen.

 

Veit, hvussu tað er at missa  

Øssur veit, hvussu tað er at sita eftir, tá ein av teimum nærmastu doyr. Hann hevur mist foreldrini og allar tríggjar beiggjarnar fyrr enn tey flestu. 

“Tað slepst ikki uttanum, at tá eg hyggi eftir mínari familju, so hava vit havt ein ólukksáligan stuttan livialdur. Pápi mín bleiv 49, ein beiggi 24, ein annar 38. Tann, sum hevur klárað longst, var mamma mín. Hevði eg klárað 68 ella 69, so hevði eg tikið rekordina í okkara familju. Men akk, eg veit ikki ordiliga, um eg skal vænta tað", sigur Øssur Winthereig

 

"Nú kom tørnið til mín"  

“Nú kom tørnið til mín”. Tað var tað, Øssur Winthereig hugsaði, tá læknin ringdi og bað hann koma til samrøðu, eftir hann hevði verið í skannaranum á Landssjúkrahúsinum.

Og Øssur er eisini tilvitaður um, at hann nokk sær øðrvísi uppá sína støðu enn onnur við krabbameini gera. 

Onkustaðni hevur hann væntað, at hann fór at doyggja av krabbameini, tí hann hevur mist tveir beiggjar til sjúkuna.  

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Øssur á grøvini hjá foreldrunum og beiggjanum. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen.

 

Jarðarferðin er løgd til rættis 

Øssur hevur gjørt sær nakrar tankar um deyðan. Um jarðarferðina. Og hvørjir sálmar skulu syngjast. Hvør skal bera hansara kistu, og hvar minnisgávurnar skulu latast.

Hann vil ikki hava blómur. Hann vil hava, at fólk lata peningagávur til tey neyðstøddu í Gaza. Fólkið í Gaza hevur eitt serligt stað í hjartanum hjá Øssuri, og longu á ungum árum vitjaði hann á Vestara áarbakka, fortelur hann í poddvarprøðini “Mín síðsta deadline”.

 

“Eg livi ikki við medvitinum um, at eg skal doyggja” 

“Eg haldi ikki, at deyðin kemur nærri av, at eg geri mær nakrar tankar um tað. Hetta er ein partur av tí lívinum, eg havi nú”, sigur Øssur Winthereig. 

Í dag ger hann tað, hann brennur fyri. Spælir bridge og ger so nógvan journalistikk, sum hann nú eina ferð orkar.   

Tá orkan er til tað, styttir Øssur sær stundir við at gera tað, sum hann elskar: journalistikk. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

“Eg hugsi um her og nú. Eg livi ikki dagin við tí medvitinum um, at eg skal doyggja. Men kortini stinga tankarnir seg upp. Eg síggi ikki fyri mær, at eg skal vitja onkran stórbý og seta eina nál í heimskortið, áðrenn eg doyggi, men at vera saman við mínum nærmæstu.”  

Øssur Winthereig, journalistur, í poddvarsrøðini "Mín síðsta deadline"

 

 

 

Mín síðsta deadline

Øssur Winthereig er best kendur úr Sjónvarpi Føroya sum tíðindamaður og seinni tíðindaleiðari. Í dag er hann er ólekiliga sjúkur við krabbameini. Í hesi røð fortelur Øssur Winthereig um sítt lív. Elin Mirjamsdóttir og Høgni Fagraberg løgdu til rættis.

Hoyr poddvarpsrøðina “Mín síðsta deadline” her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981