Nógvir næmingar á Nám X

Nógvir næmingar á Nám X
Við ársbyrjan byrjaðu 240 næmingar á Nám X, sum er 10. flokseindin í Tórshavnar kommunu. Og tað er mesta nakrantíð.
 
17.04.2024 - 11:22

Nám X hevur ongantíð áður havt so nógvar næmingar sum hetta skúlaárið. 

Við ársbyrjan byrjaðu 240 næmingar á Nám X, sum er 10. flokseindin í Tórshavnar kommunu.

- Orsøkin er helst, at næmingarnir sleppa at gera ymiskt, sum teir ikki fyrr hava roynt. Teir koma í nýggjar og víðari karmar enn teir, sum tey kenna frá undanfarnum skúlaárum, sigur Joan Samuelsen, stjóri í Eysturskúlanum, har Nám X heldur til. 

Næmingarnir eru í skúla í minsta lagið í 28 tímar um vikuna. Teir hava 20 tímar á breytunum, og harumframt velja tey átta tímar í vallærugreinum, so sum føroyskt, enskt, støddfrøði, tilvera og hugaítrótt. Úrvalið av lærugreinum veldst tí um, hvat næmingarnir sjálvir velja. 

Næmingar úr øðrum kommunum ganga eisini á Nám X.  

Skúlastjórin sigur, at áðrenn Tórshavnar kommuna fór at bjóða ungum Nám X sum skúlatilboð, var fráfallið av elstu næmingunum hvørt ár umleið 60 prosent. Í dag er fráfallið eini 12 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519