Havnarstongsilin rakti ikki so meint sum væntað

Havnarstongsilin rakti ikki so meint sum væntað
Nettovinningurin hjá Runavíkar havn var stívar níggju milliónir krónur í fjør, slakar 260.000 kr. minni enn í 2022
Russiskir trolarar í Runavík.
 
16.04.2024 - 06:35

Nettovinningurin hjá Runavíkar havn var stívar níggju milliónir krónur í fjør, slakar 260.000 kr. minni enn í 2022.

Eftir at færri russisk skip nú sleppa í føroyskar havnir, hevði Runavíkar havn væntað størri afturgongd í fjør, men onnur viðskiftafólk hjá havnini hava givið meira enn væntað.  

Í ár hava 22 ferðamannaskip boðað frá, at tey koma til Runavíkar.

15 hava boðað frá, at tey koma næsta ár.

Fyribils hava trý skip boðað frá, at tey koma í 2026 og tvey í 2027.

Nýggj orkubryggja skal gerast í Søldarfirði, og skipasmiðjan Mest skal gera turrdokk á Skála. 

Inntøkan frá russiska flotanum er tvær ferðir lakari í 2024 enn í 2023, tí havnarstongsilin helst fer at vera so leingi, álopini á Ukraina halda fram, verður sagt á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791