Byggisamtykt um Sevmýri almenn í morgin

Byggisamtykt um Sevmýri almenn í morgin
Broytingin í byggisamtyktini fyri fótbóltsvøllin á Sevmýri fer nú at liggja alment frammi
Fimm til sjey metrar eru niður á helluna á Sevmýri.
 
16.04.2024 - 06:24

Broytingin í byggisamtyktini fyri fótbóltsvøllin á Sevmýri fer nú at liggja alment frammi.

Tað ger hon á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri frá í morgin til 8. mai.

Møgulig mótmæli og broytingaruppskot skulu vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 31. mai.

Byggisamtyktin verður broytt frá at vera frítíðarøki til at gerast miðstaðarøki.

MTV byggivirkið hevur keypt fótbóltsvøllin og økið, sum TB-húsið stendur á.

Ætlanin er at byggja eftirskúla í eystara enda av vøllinum.

Miðskeiðis á vøllinum er ætlanin at gera næmingaheim til Heilsuskúlan, um myndugleikarnir vilja hava tað, og í vestara enda er ætlanin at gera kampingpláss.

Eisini er ætlanin at gera eina tjørn mitt á vøllinum.

Har sum TB-húsið er, er ætlanin at byggja skrivstovubygning og kanska ibúðir eisini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519