Vil knýta sambond millum Hebridurnar og Føroyar

Vil knýta sambond millum Hebridurnar og Føroyar
Hóast Hebridurnar og Føroyar eru oyggjabólkar, sum á mangan hátt líkjast, er sambandi teirra millum avmarkað. Tað er spell, heldur John Randall frá Islands Book Trust
 
15.04.2024 - 16:00
1667152



Hebridurnar eru tveir oyggjabólkar vestanfyri Skotland. Størsti býurin er Stornoway. Oyggjarnar vóru einaferð undir norskum valdi, og enn finnast spor frá teirri tíðini.

Ytru Hebridurnar er oyggjabólkur, ið er árakað Føroyar, bara einar 500 kilometrar sunnari.

Ein av hesum oyggjum er Berneray. Tað var har antropologurin, Susanne Barding, sum hevur búð meginpartin av sínum lívi í Føroyum, arbeiddi fyri hálvari øld síðani. 

Herfyri kom bók hennara út, sum nágreiniliga lýsir lokalsamfelagið, sum tað var. Samrøða um ta bókina hoyrist her

Tað var felagið, Islands Book Trust, ið heldur til á oynni Lewis, ið gav út. 

Forleggjarin eitur John Randall, og hann er í løtuni í Føroyum fyri at knýta sambond millum oyggjabólkarnar.

Hann vísir á, at samfeløgini líkjast á mangan hátt. 

Enn í dag sæst týðiliga norrøna ávirkanin á Hebridunum. Tað kemur eitt nú til sjóndar á staðarnøvnum og arkitekturi.

Um hugt verður at fólkatalinum hevur gongdin verið rættiliga ymisk. Í Føroyum er tað sum kunnugt vaksið munandi seinnu árini, men á Ytru Hebridunum er gongdin øðrvísi. Har er fólkatalið nú um 25.000.

John Randall heldur seg í Føroyum síggja eitt fólk við nógv størri sjálvsáliti. 

Hann sær kortini tekin um, at trúgvin upp á egnan mátt spakuliga er farin at taka seg upp á Hebridunum, og at tað helst er ein fyritreyt, um gongdin í fólkatalinum skal vendast. 

Her spælir Islands Book Trust ein lítlan leiklut, heldur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017