Viðskiftafólk hjá Føroya Tele og Nema hava nú atgongd til 5G

Viðskiftafólk hjá Føroya Tele og Nema hava nú atgongd til 5G
5G-farnetið, sum nú er tendrað, gevur nógv størri ferð enn 4G-netið, verður sagt í tíðindaskrivi
Mynd: Føroya Tele  
 
15.04.2024 - 09:21

Í dag fáa viðskiftafólkini hjá Føroya Tele og Nema atgongd til 5G. 

5G-farnetið gevur nógv størri ferð enn 4G-netið, verður sagt. 

5G-tøknin er á nýggja Ericsson-farnetinum.

“Hetta er ein stórur dagur fyri Føroyar, og vit hátíðarhalda meira enn bert talgilda sambandið. Við nýggja farnetinum og teimum hentleikunum, sum fólk og vinnulív hava atgongd til, er dentur lagdur á talgilda samansjóðing. Tað merkir, at øll hava atgongd til ta megi, ið sambandið gevur. Partalagið við Ericsson fevnir um meira enn fjarskiftiskervið. Tað er eisini við til at byggja brýr um gjáir – bæði talgildar og geografiskar”, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, í tíðindaskrivi. 

Arbeiðið hjá Føroya Tele at skifta alt farnetið frá Huawei til Ericsson var liðugt um ársskiftið. Tá var Nema eisini knýtt í sendistøðirnar hjá Føroya Tele. 

Avtalan millum Føroya Tele og Nema fevnir um javnbjóðis atgongd til sendistøðirnar, sum Føroya Tele eigur og rekur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835