- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið sóknast eftir vitnum í sambandi við tvey harðskapsmál
Politiið vil fegið frætta frá vitnum í sambandi við tvey harðskapsmál.
Annað var í Havn millum klokkan hálvgum fimm og trý korter til fimm leygarmorgunin.
Tað var í Sverrisgøtu við Sentrum pizzaria.
Skuldsetingar og varðhaldsfongslingar
Ein maður er skuldsettur fyri grovan harðskap.
Tveir menn blivu varðhaldsfongslaðir leygardagin, annar í níggju dagar og hin í fýra vikur.
Ein maður aftrat er skuldsettur, og møguliga verður ein skuldseting aftrat.
Harðskapur og hóttan í Klaksvík
Hin tilbuðurin var við Molly's í Klaksvík sunnumorgun millum klokkan fýra og hálvgum fimm.
Politiið sigur seg vita, hvør skal hava framt harðskapin, men eingin er tikin enn.
Í hesum málinum er eisini talan um hóttan.