- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan hevur leitað eftir luti á vágni í Klaksvík
Løgreglan hevur leitað eftir luti á vágni í Klaksvík
Samband er millum eitt harðskapsmál uttanfyri Molly's í Klaksvík og at løgreglan í dag hevur leitað eftir einum luti í vágni í Klaksvík
Mynd: Norðlýsið
15.04.2024 - 16:54
Løgreglan hevur í dag leitað eftir einum luti við báti og froskmonnum á vágni í Klaksvík.
Tað er samanhangur millum harðskapsmálið leygarkvøldið uttanfyri Mollly's, tá knívur var á lofti og leitingina hjá løgregluni á vágni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini við útvarpið.
Júst hvat leitað hevur verið eftir, vil løgreglan ikki upplýsa.
Tað var millum klokkan fýra og hálvgum fimm sunnumorgun, at harðskapur fór fram í skeinkistaðnum Molly´s.
Í hesum málinum er eisini talan um hóttan.
Vakthavandi sigur, at meira verður at frætta í morgin.
Nýggjastu sendingar í ÚV