Fýra vilja einki lata. Tríggir vilja lata dupult so nógv til radiosamband

Fýra vilja einki lata. Tríggir vilja lata dupult so nógv til radiosamband
Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um uppskotið hjá fólkafloksfólkunum í Norðoyggjum um eina millión krónur til radiosamband í Viðareiðisbergholinum
Bergholið til Viðareiðis er ikki tað einasta uttan radiosamband.
 
15.04.2024 - 05:55

Meirilutin vil ikki lata eitt oyra.

Minnilutin vil lata dupult so nógv.

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um uppskotið hjá fólkafloksfólkunum í Norðoyggjum um eina millión krónur til radiosamband í Viðareiðisbergholinum.

Umboðini hjá samgonguni í fíggjarnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið.

Meirilutin  heldur tað vera skilagott, um landsstýrismaðurin í samferðslumálum í sambandi við fíggjarlógina fyri 2025 kannar, um átøk eru, sum eru gagnlig og neyðug at fremja í  bergholum, har møguleikin fyri útvarpi eisini er ein partur.

Nøkur onnur berghol hava heldur ikki radiosamband. 

Andstøðumenninir í fíggjarnevndini vilja lata tvær milliónir, ikki eina, til Viðareiðisbergholið.

Tí Landsverk sigur, at radiosambandið kostar tvær milliónir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856