- Tíðindi, mentan og ítróttur
Autisma: Mugu síggja bæði førleikar og møguleikar
Autisma: Mugu síggja bæði førleikar og møguleikar
Autisma og eyðkennir, sum minna um autismu, eru evnið á fakligum degi, sum Sernám skipar fyri
14.04.2024 - 18:36
Sernám skipar í morgin, mánadagin, fyri fakligum degi í Løkshøll í Runavík, har evnið er autisma ella eyðkennir, sum minna um autismu. Dentur verður lagdur á eyðkennir eins væl og tørv, og á týdningin av at síggja bæði førleikar og møguleikar, sigur Margreth Olsen, stjóri í Sernámi.
Hoyrið samrøðu við Margreth Olsen her:
Margreth_Olsen_Sernam_Loksholl
Tiltakið, sum byrjar klokkan 8.30, er ókeypis fyri starvsfólk í fólkaskúlanum, sum hava meldað til. Men hjá øðrum, sum eisini hava áhuga, ber til at keypa atgongumerki á staðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV