Sjúk ungfólk send til Danmarkar

Sjúk ungfólk send til Danmarkar
Løgtingskvinna vil vita, hvussu nógv ungfólk verða send til Danmarkar at fáa heilsuviðgerð og hvussu vit taka ímóti teimum, tá tey koma heim aftur
17 ára gamla Kathrina, er við í DR-sending um ung sálarsjúk
Mynd: úr DR-sendingini "Indefra - syg ungdom"  
 
12.04.2024 - 14:40

Føroyska Kathrina er seytjan ára gomul og býr á einari kreppumiðstøð í Aarhus í Danmark.

Hon var sjúk og føroyska psykiatriin gav upp at veita henni viðgerð.

Tí varð hon - hóast hon ikki ynskti tað - send av landinum at fáa viðgerð á sosialpsykiatrisku kreppumiðstøðini, Holmstrupsgård, har tey hjálpa ungum millum tólv og 23 ár.

Í sjónvarpssending hjá danska kringvarpinum síggja vit Kathrinu.

 

Í føroysku psykiatriini vistu tey ikki, hvat tey skuldu gera við meg

Kathrina, 17 ár

 

Liljan Weihe, løgtingskvinna, heldur tað vera týdningarmikið at kanna, hvussu nógv ungir føroyingar verða sendir til Danmarkar, og um vit hava nøktandi skipan at taka ímóti teimum, tá tey koma aftur til Føroya.

 

Vit kunnu ikki vera bekennt at senda ungdómar av landinum uttan at hava eina ætlan fyri, hvussu tey koma heimaftur

Liljan Weihe, løgtingskvinna

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindum her

Liljan_Weihe_12042024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636