- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskir menn fáa seinni staðfest lungnakrabba enn føroyskar kvinnur
Føroyskir menn fáa seinni staðfest lungnakrabba og verða seinni settir í viðgerð, samanborið við føroyskar kvinnur.
Tað vísir masterritgerð hjá Anniku Haraldsen Lindenskov og Hallu Potts, sum ber heitið "Sex differences in lung cancer in the Faroe Islands". Á føroyskum ”Kynsmunur í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum”.
Kanningarnar byggja á tøl hjá føroyskum lungnakrabbasjúklingum í árunum 2015 til 2020.
Og alt bendir á, at tað tekur longri tíð hjá monnum at fáa staðfest lungnakrabba og at verða settir í viðgerð samanborið við kvinnur.
Sjúkan meira framkomin
Kanningin vísir eisini, at sjúkan er meira framkomin, tá menninir fáa staðfest lungnakrabba enn hjá kvinnunum.
Sambært kanningini, tók tað í miðal 46,9 dagar hjá monnum at vera útgreinaðir samanborið við 27,2 dagar hjá kvinnum.
Tíðarskeiðið frá, at menninir fáa staðfest lungnakrabba og til viðgerðin byrjar, var í miðal 28 dagar og 22,7 dagar fyri kvinnur.
25 prosent doyggja av krabbameini
Hagtøl hjá Hagstovuni vísa, at 25 prosent av øllum andlátum í Føroyum í 2020 skyldaðust krabbamein, harav var lungnakrabbi tað slagið av krabba, sum flest doyðu av.
Títtleikin av lungnakrabba økist í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond, har títtleikin fyri menn annars er minkandi, meðan gongdin hjá kvinnum er óbroytt.
Masterritgerðin "Kynsmunur í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum” kann lesast her.