Sjey mánaða fongsulsrevsing

Sjey mánaða fongsulsrevsing
Maðurin hevði eisini ein gamlan dóm, og dómurin í tí málinum er lagdur aftrat
Talan var um skund-dóm í Føroya rætti, tí málið var so væl lýst, og maðurin fer tí beint inn at sita dómin. (Savnsmynd)
 
10.04.2024 - 08:23

Ein maður var í gjár í Føroya rætti dømdur fongsulsrevsing í sjey mánaðir.

Talan var um skund-dóm, tí málið var so væl lýst, og hann fer tí beint inn at sita dómin. 

Maðurin er dømdur fyri innbrot í eini sethús í Havn sunnunáttina.

Nógv vín og brennivín var tikið. Tað mesta er komið afturíaftur.

Men maðurin hevði eisini ein gamlan dóm, og var í tí sambandi royndarleyslatin. 

 

Dómur lagdur aftrat

Av tí at hann framdi lógarbrot í royndartíðini, verður dómurin í tí málinum lagdur aftrat.  

Hann var saman við einum øðrum manni handtikin í sambandi við innbrotið.

Hin maðurin var avhoyrdur og síðani latin leysur. Hann fær seinni innkalling frá rættinum.

Løgreglan tosaði eisini við ein triðja mann, og hann var avhoyrdur. Men út frá øðrum vitnisfrágreiðingum, staðfesi løgreglan, at hann einki hevði við innbrotið at gera, sigur Hildur Hentze, vaktleiðari hjá løgregluni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977