- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinasta stundin hjá Kambi fangað á mynd hjá donsku sjóskaðanevndini
Danska sjóskaðanevndin kannar í løtuni tilburðin, tá ið frystilínuskipið Kambur sakk 6. februar og tveir mans sjólótust. 14 mans vórðu bjargaðir.
Hetta sæst á heimasíðuni hjá Den Maretime Haverikommission.
Enn er ikki greitt, nær skaðafrágreiðingin um syrgiligu vanlukkuna er liðug, men tilburðurin verður kannaður sum "stabilitet/lækage" stendur á heimasíðuni.
Mynd av Kambi
Í sambandi við arbeiðið hevur danska sjóskaðanevndin eisini almannakunngjørt eina mynd av seinastu stundini hjá Kambi.
Á myndini er ljóst, og Kambur liggur á liðini og rættiliga tungt í sjónum.
Teir av manningini, ið høvdu megnað bjargað sær upp á skipssíðuna, eru tiknir av Kambi.
Fekk ein sjógv
Tað var tíðliga týsmorgunin 6. februar, at frystilínuskipið Kambur fekk ein sjógv.
Skipið legði seg á síðuna og sakk nakað seinni 17 fjórðingar í útsynning úr Akrabergi.
16 mans vóru við skipinum, og 14 blivu bjargaðir.
>>Sí eisini: Flogskipari: Máttu bíða til Kambur sakk at fáa fatur á síðsta manninum
Sjóvinnustýrið bað alt fyri eitt Føroya Rætt um at skipa fyri sjófrágreiðing og sendi eisini boð eftir donsku Sjóskaðanevndini at koma til Føroya í sambandi við kanningararbeiðið.
Skaðanevndin kom beinanvegin til Føroya at gera samrøður og annað kanningararbeiði í sambandi við vanlukkuna. Nevndin bað eisini um dátur, veðurkort, veðurforsagnir og annað, sum er neyðugt til at lýsa viðurskiftini.
>>Sí eisini: Skiparin á Kambi: "Fingu ikki boyulúkuna aftur"