Færri nýggj akfør men fleiri brúkt

Færri nýggj akfør men fleiri brúkt
Tó vóru fleiri nýggj akfør í mars enn í mars í fjør
Nýggir bilar.
 
03.04.2024 - 06:59

Fleiri akfør vóru skrásett í mars í ár enn í mars í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Akstovuni.

Tey eru tó ikki nógv, bara fýra.

Akførini eru 272 í mars í ár, og tey vóru 268 í mars í fjør.

Men higartil vóru tey fleiri í fjør. Frá 1.januar til 1.apríl í fjør vóru skrásett 464 akfør, 35 fleiri enn í ár.

Persónbilarnir eru framvegis færri í ár, eisini í mars.

Men brúktu innfluttu akførini eru nógv fleiri í ár.

Tølini eru tó ikki stór.

Í mars vóru brúktu akførini 78, 56 fleiri enn í mars í fjør.

Og higartil í ár eru 150 brúkt akfør innflutt og skrásett, 99 fleiri enn í fjør. Vøksturin er næstan 200 prosent. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791