- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri kynslig brotsverk í Grønlandi men fleiri í Føroyum
Færri kynslig brotsverk í Grønlandi men fleiri í Føroyum
Samstundis sum færri kynslig brotsverk eru fráboðað í Grønlandi eru fleiri í Danmark og í Føroyum
02.04.2024 - 06:54
Samstundis sum færri kynslig brotsverk eru fráboðað í Grønlandi eru fleiri í Danmark og í Føroyum, skrivar Sermitsiaq.
Í Grønlandi vóru 11,4 brotsverk fyri hvørji 1000 fólk í 2021.
Tey vóru 11,3 í fjør.
Í Danmark var talið 1,4 í 2021. Tað fór upp í 1,6 í 2022 og í fjør.
Og í Føroyum var talið 1,4 í 2021, 1,5 í 2022 og 1,8 í fjør fyri hvørji 1000 fólk sambært hagtølum hjá løgregluni.
Nýggjastu sendingar í ÚV