- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks fólk bóðu um hjálp úr fjøllunum
Seks fólk bóðu um hjálp úr fjøllunum
Á páskum hava trý útlendsk pør havt brúk fyri hjálp, tí tey vóru føst í fjøllunum ella í bili
01.04.2024 - 10:27
Á páskum hava trý útlendsk pør havt brúk fyri hjálp, tí tey vóru føst í fjøllunum ella í bili.
Langafríggjadag bóðu fólk um hjálp, tí tey vóru føst í kavanum við Slættaratind. Tey vóru í leigubili.
Leygardagin fór eitt par til gongu úr Tjørnuvík til Saksunar.
Komin hálva leið kom mjørki á tey.
Tey bóðu um hjálp.
Men nakað seinni lætti mjørkin. Tey boðaðu so frá, at teimum nýttist ikki hjálp kortini. Tey vendu við aftur til Tjørnuvíkar.
Og seinnapartin í gjár gekk eitt par seg fast á Køtlum, oman fyri Árnafjørð.
Ein staðkendur fekk staðfest, hvar tey vóru, og tyrla hjá Atlantic Helicopters var send eftir teimum.
Tey vóru flogin á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Nýggjastu sendingar í ÚV