- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvir eldsbrunar, men eingin samanhangur
At síggja til er ongin samanhangur millum eldsbrunarnar, sum hava verið um landið í seinastuni.
Seinastu tveir mánaðirnar hevur politiið fingið óvanliga nógvar fráboðanir um eld. Men Kári Jacobsen, kanningarleiðari hjá politinum, sigur, at politiið arbeiðir ikki út frá, at nakar samanhangur er millum eldsbrunarnar.
11. februar var eldur í miðnámsskúlanum á Kambsdali. Har varð skjótt staðfest, at eldurin stavaði frá eini eltalvu.
23. februar var eldur í Slættabergi, sum lá við bryggju í Klaksvík, og fimm dagar seinni, 28. februar, var eldur í City Church í Havn - ikki eina ferð, men tvær ferðir.
Hálva triðju viku seinni, 18. mars, var eldur í Pizza no.1 í Havn. Og dagin eftir var boðað frá eldi í einum tilbygningi til eini sethús á Viðareiði.
Beint fyri ársskiftið, 29. desember, var eisini eldur í einum goymslubygningi hjá Vágs skipasmiðju.