ST-trygdarráðið krevur vápnahvíld í Gasa alt fyri eitt

ST-trygdarráðið krevur vápnahvíld í Gasa alt fyri eitt
14 lond í trygdarráðnum atkvøddu fyri samtyktini, meðan USA atkvøddi blankt
Hetta er fyrsta samtyktin um vápnahvíld í Gasa, sum ongin í trygdarráðnum hevur sett seg ímóti, síðani vanlukkuligu støðuna í Miðeystri í kjalarvørrinum av álopunum 7. oktober.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
25.03.2024 - 15:27

ST-trygdarráðið tók fyri løtu síðani undir við einari samtykt um vápnahvíld í Gasa, meðan føstumánaðurin Ramadan  er.

Sambært samtyktini skal vápnahvíldin  koma í gildi alt fyri eitt, og skal vera eitt stig á vegnum til ein varandi og burðardyggan frið.

Hetta er fyrsta samtyktin um vápnahvíld í Gasa, sum ongin í trygdarráðnum hevur sett seg ímóti, síðani vanlukkuligu støðuna í Miðeystri í kjalarvørrinum av álopunum 7. oktober.

14 lond í trygdarráðnum atkvøddu fyri samtyktini, meðan USA atkvøddi blankt. 

Higartil hava antin USA, Russland ella Kina brúkt sýtingarrættin í trygdarráðnum, tá ið uppskot um vápnahvíldir hava verið fyri.

 

USA atkvøddi blankt, tá ið málið um vápnahvíld í Gasa var fyri i ST-trygdarráðnum. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Netanyahu hóttir við at avlýsa vitjan

Fyrr í dag hótti ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu USA við, at hann fór at avlýsa eina vitjan hjá ísraelskari sendinevnd í Washington hesa vikuna, um USA ikki brúkti sýtingarrættin í trygdarráðnum í dag.

Og eftir atkvøðugreiðsluna í trygdarráðnum gjørdi hann álvara av hóttanunum, skrivar The Guardian, tí USA atkvøddi blankt.

Serliga er ísraelska stjórnin ónøgd við, at samtyktin ikki knýtir vápnahvíldina saman við, at ísraelarnir, sum Hamas framvegis hevur sum gíslar, verða latnir leysir.

Umframt fyribils vápnahvíld og at gíslarnir skulu latast leysir, sigur samtyktin eisini, at vápnahvíldin skal vera ein vegur til varandi frið millum Ísrael og Palestina, og at meira neyðhjálp skal sleppa inn í Gasa.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856