- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunustjóri í Runavíkar kommunu
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunustjóri í Runavíkar kommunu
Kommunustjórin er 52 ára gomul, og hon hevur HD-útbúgving í uttanríkishandli, leiðsluútbúgving og bankaútbúgving
25.03.2024 - 14:33
Runavíkar kommuna hevur fingð kommunustjóra.
Sæunn Lamhauge Nolsøe er sett í starvið.
Sæunn Lamhauge Nolsøe er 52 ára gomul, og hon hevur HD-útbúgving í uttanríkishandli, leiðsluútbúgving og bankaútbúgving
Hon hevur leiðsluroyndir sum økis- og deildarstjóri í bankavinnuni í Føroyum og sum samskiftistjtóri í tele- og postvinnuni í Grønlandi.
Uppgávan sum kommunustjóri er at vera næsti ráðgevi hjá borgarstjórum og býráðnum og at vera leiðari fyri miðfyrisitingin í Runavíkar kommunu, beint undir borgarstjóranyum.
Níggju umsóknir vóru til starvið.
Sæunn Lamhauge Nolsøe byrjar í starvinum sum kommunustjóri skjótast til ber, sigur Runavíkar kommuna
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV