- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harðskapur á hotelkamari í Havn
Harðskapur á hotelkamari í Havn
Tað gjørdist um níggjutíðina í gjárkvøldið so mikið ófriðarligt á einum hotelkamari í Havn, at politiið varð boðsent.
24.03.2024 - 10:05
Ein persónur varð handtikin, tí hann hevði gjørt seg inn á tvey fólk, ið sjálv boðaðu politinum frá.
Politiið ger í løtuni kanningar og avhoyringar í málinum, sum verður viðgjørt sum eitt harðskapsmál.
Annars sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, at nógv fólk var í býnum, og at politiið onkrastaðni noyddist at koma ímillum.
Um fimmtíðina í morgun vóru tveir mans í hornatøkum, og teir verða báðir skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV