- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smyril Line hevði 267 milliónir í avlopi í fjør
Smyril Line hevði 267 milliónir kr. í avlopi í fjør, 66 milliónir kr. meira enn árið fyri, og hetta er met, sigur felagið í roknskapinum, sum var lagdur fram á aðalfundi í dag.
Avlopið eftir skatt var 122 milliónir kr. samanborið við 77 milliónir í 2022.
Glyvursnes størsta íløgan
Størsta íløgan hjá Smyril Line í 2023 var farmaskipið Glyvursnes, ið kom í felagið í desember.
Glyvursnes siglir rutuna millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals. Við Glyvursnesi kann Smyril Line røkja alt rutunetið við egnum flota.
595 fólk starvast í Smyril Line-samtakinum.
Felagið letur væl at farmavirkseminum, og á ferðafólkasíðuni var vøkstur í eftirspurninginum eftir Íslandi. Eftirspurningurin eftir Føroyum minkaði eitt vet samanborið við 2023.
Góð útlit
Útlitini fyri 2024 eru rímiliga góð, menhækkandi prísir á brennievni, avgjøld, rentuhækking, inflatión og politiska støðan, kunnu broyta fortreytirnar, sigur felagið.
Í januar gjørdi Smyril Line sáttmála um tvey nýggj farmaskip, sum koma í flotan í 2026.
Í nevndini í Smyril Line eruTummas Justinussen, Arne Joensen, Helga á Borg og Jens Meinhard Rasmussen, sum eisini er stjóri í felagnum.