- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fosturtøka í tinginum í dag og í morgin
Tingfólk fara at viðgera fosturtøku í dag og í morgin.
Í dag er uppskotið hjá Miðflokkinum um at verja ófødda barnið á skránni.
Og í morgin kemur uppskotið hjá Bjarna Kárasyni Petersen, landsstýrismanni, um fosturtøkulóg.
Miðflokkurin sigur, at í Føroyum eru 30 fosturtøkur um árið.
Tað eru 30 ov nógvar, sigur flokkurin.
Eingin hevur rætt at taka sær vald at avgera, hvør skal sleppa at liva, hvørki í Føroyum ella aðrastaðni, sigur Miðflokkurin.
Ferðslulóg
Millum nógvu uppskotini á tingfundinum í dag eru broytingar í ferðslulógini.
Dennis Holm, landsstýrismaður, eigur uppskotið.
Uppskot er um, at sektin hækkar fyri at brúka handhildna telefon ella annað handhildið samskiftistól, meðan koyrt verður, og tað skal geva klipp í koyrikortið.
Og nú skulu rúsevni koma aftrat rúsdrekka í ferðslulógina, tá ræður um revsingina at missa koyrikortið treytaleyst.
Og tað verður forboðið, sambært uppskotinum, at brúka lítil motordrivin akfør, sum til dømis rennihjól, á økjum, sum ferðslulógin umfatar.