Føroya Banki: Mæla til at rinda 80 milliónir í vinningsbýti

Føroya Banki: Mæla til at rinda 80 milliónir í vinningsbýti
Vinningsbýtið er 26 prosent av avlopinum í fjør, sum var meira enn 300 milliónir kr.
BankNordik - Føroya Banki - hevur aðalfund í dag.
 
21.03.2024 - 08:13

Á aðalfundinum hjá BankNordik, ella Føroya banka, í dag fer nevndin at mæla til, at goldnar vera 80 mió. kr. í vinningsbýti.

Tað eru 8,33 kr. fyri hvørt partabræv, sum hevur navnvirði, ella nominelt virði, á 20 kr.

Ársúrslitið hjá bankanum fyri 2023 er 307,5 mió. kr. Vinningsbýtið er 26 prosent av yvirskotinum.

Bankin hevur annars sett sær sum mál, at 70 prosent skulu latast í vinningsbýti.

 

Kanna bústaðarmarknaðin

Orsøkin til, at tað ikki verður í ár, er, at Fíggjareftirlitið kannar, um bústaðarmarknaðurin og marknaðurin fyri vinnubygningar í Føroyum og Grønlandi er í lagi.

Kanningin hjá Fíggjareftirlitinum er ikki liðug enn.

Tí vera 227,5 mió. kr. settar av.

Uppskot er um, at fólk, sum eru 70 ár ella eldri, kunnu ikki veljast í nevndina hjá Føroya banka. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463