Fíggjareftirlitið gav Gullaki Madsen átalu

Fíggjareftirlitið gav Gullaki Madsen átalu
Gullak Madsen hevur fingið átalu frá Fíggjareftirlitinum, ið ikki hevur móttikið umsókn um ætlanir hansara at ogna sær ein týðandi ognarpart í P/F BankNordik, nú Føroya Banka.
Gullak A. Madsen fær átalu frá Fíggjareftirlitinum, tí hann ikki boðaði frá, at hann ætlaði at ogna sær so stóran ognarpart av Føroya Banka
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
21.03.2024 - 19:45

Hetta áðrenn hann útvegaði sær hendan ognarpartin.

Ognarparturin er tryggjaður umvegis Ruth Holding ApS og GTM Familie Holding ApS ávikavist 30. juni 2023 og 24. august 2023.

Ein slík umsókn er lógarásett sambært grein 61, stk. 1, í fyriskipan um gildiskomu fyri Føroyar í lóg um fíggjarligt virksemi, skrivar Fíggjareftirlitið.

Eftirlitið átalar, at Gullak A. Madsen frammanundan ikki søkti um loyvi sambært aðurnevndu lógaráseting um at útvega sær ein óbeinleiðis kvalifiseraðan part av P/F BankNordik.

 

Feløgini hjá Gullaki A. Madsen eiga nú 25 prosent av Føroya Banka. 

Átalan er umrødd á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum - finanstilsynet.dk - tann 14. februar 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636