Danska verjan sinnað at gera íløgur í flogvøllin í Kangerlussuaq

Danska verjan sinnað at gera íløgur í flogvøllin í Kangerlussuaq
Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri, var í Grønlandi í sambandi við vitjanina hjá Ursula von der Leyen, ES-forkvinnu, og Mette Frederiksen, forsætisráðharra
Mynd: Leiff Josefsen / Sermitsiaq  
 
16.03.2024 - 14:25

Tað hevur verið ivasamt, hvat skal henda við flogvøllinum í Kangerlussuaq, ella Streymfjørðinum, nú flogvøllirnir í Nuuk og Ilulissat verða útbygdir til at gerast altjóða flogvøllir. 

Men danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen sigur, sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq, at danska verjumálaráðið er sinnað at gera íløgur í flogvøllin í Kangerlussuaq.

"Eg vil fegin, at vit frá danskari síðu stuðla undir at brúka Kangerlussuaq í framtíðini, og at vit tí eisini eru sinnað at gera íløgur í at varðveita kapasitetin hjá floghavnini, so at hon framvegis kann brúkast", sigur Troels Lund Poulsen, sum var á vitjan í Nuuk í gjár saman við Mette Frederiksen og Ursulu van der Leyen.

 

Danska verjumálaráðið og grønlendska sjálvstýri hava bundið seg til at halda flogvøllin í Kangerlussuaq opnan, so amerikanska verjan kann brúka hann, eisini eftir at nýggju flogvøllirnir í Nuuk og Ilulissat verða tiknir í nýtslu. 

Verjumálaráðið og grønlendska landsstýrið eru í ferð við at gera eina greining av, hvussu verjan framvegis skal brúka flogvøllin í Kangerlussuaq. Í tí greiningini - sum skuldi vera liðug síðst í hesum mánaðinum, men sum er seinkað - verður eisini kannað, hvussu grønlendski tørvurin á sivilari flúgving til og úr Streymfjørðinum verður, eftir at nýggju flogvøllirnir í Nuuk og Ilulissat eru lidnir, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977