Fleiri enn 30.000 palestinar deyðir í Gasa

Fleiri enn 30.000 palestinar deyðir í Gasa
Kríggið í Gasa brast á 7. oktober í fjør, eftir at Hamas framdi yvirgangsálop á Ísrael
Kríggið í Gasa hevur kravt fleiri enn 30.000 palestinsk mannalív.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.03.2024 - 15:40

Fleiri enn 30.000 palestinar eru dripnir í Gasa.

Og fleiri enn 70.000 eru løstaðir, síðani Ísrael 7. oktober byrjaði síni hernaðarligu álop á Gasa.

Tað siga heilsumyndugleikarnir í Gasa, har Hamas hevur valdið, sambært Reuters.

Kríggið í Gasa brast á, eftir at Hamas 7. oktober framdi yvirgangsálop í Ísrael, har okkurt um 1200 ísraelar og útlendingar vóru dripnir. Fleiri enn 200 ísrelskir gíslar vóru eisini tiknir til fanga.

Í minsta lagi 29 palestinar lótu lív í gjár í tveimum ymiskum ísrealskum álopum á fólk, sum bíðaðu eftir neyðhjálp í Gasageiranum, siga myndugleikarnir í Gasa.

Hesum hevur Ísrael víst aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791