- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broytt herskylda kann ávirka føroyingar í Danmark
Herskylda skal ikki bara galda fyri menn, men eisini fyri kvinnur, og tíðarskeiðið við herskyldu skal hækkast úr fýra upp í 11 mánaðir.
Tað ætlar danska stjórnin.
Verður herskyldan broytt, fer hetta væntandi at ávirka, hvørjir føroyingar í Danmark verða innkallaðir.
- Tískil er tað týdningarmikið at taka støðu, og boða myndugleikunum frá, um tú vilt sleppa undan herskylduni, sigur ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark.
Spenta støðan í heiminum ger, at danir í næstum fara at uppraðfesta verjuna.
Í tíðarskeiðnum 2024 til 2028 ætlar stjórnin at seta 40,5 milliardir krónur av aftrat til verjusemjuna, sum longu frammaundan er 155 milliardir.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: