Á Breddanum: Vitjanin hjá ES-nevndarforkvinnuni í Føroyum

Á Breddanum: Vitjanin hjá ES-nevndarforkvinnuni í Føroyum
Politiskt orðaskifti verður um møguleikarnar við semjuskjalinum, sum Ursula von der Leyen og løgmaður hava skrivað undir
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, á tíðindafundi í Tinganesi í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.03.2024 - 08:51

Ovasta embætisfólkið í ES var á vitjan í Føroyum í gjár.

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, skrivaði saman við løgmanni undir eitt sonevnt semjuskjal um tættari samstarv millum ES og Føroyar. 

Men hvat merkir tað í veruleikanum, og hví kemur ES-nevndarforkvinnan higar júst nú?

Tað fara vit at tosa um í sendingini í dag,  har millum annað politiskt orðaskifti verður um møguleikarnar í nýggju semjuni.

Vit viðgera eisini vantandi opinleikan, sum miðlarnir upplivdu, tá tað gjørdist greitt, at bert tveir føroyskir miðlar sluppu at seta ein spurning í part til nevndarforkvinnuna, og eingin fekk avtalu um samrøðu við hana. 

Miðlafólk skifta orð um hetta síðst í sendingini.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður stroymd her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519