- Tíðindi, mentan og ítróttur
Interpol eftirlýsir íslending
Interpol eftirlýsir íslending
48 ára gamli íslendingur skal hava sambandi við eitt risastórt mál um at smugla rúsevni til Íslands við Norrønu og selja tey
14.03.2024 - 18:29
Íslendska kringvarpið skrivar, at málið er frá apríl í fjør, har løgreglan legði hald á fleiri tíggjutals kilo av amfetamini umborð á Norrønu. Ein maður var varðhaldsfongslaður í sambandi við málið tá, men hann er latin leysur aftur.
Løgreglan vil nú hava sambandi við Stefán Ingimar Brynjarsson í sambandi við eitt rúsevnamál, sum var fyri nærum 10 árum síðani. Stefán Brynjarsson var fyri 20 árum síðani dømdur átta ára fongsul fyri at vera uppi í umfatandi smugling av rúsevnum til Íslands. Talan var um amfetamin og kokain.
Íslendingurin hevur eisini framt lógarbrot í Týsklandi og Hollandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV