Útlendsk prædikufólk í Føroyum viðfarin eftir skeivum reglum

Útlendsk prædikufólk í Føroyum viðfarin eftir skeivum reglum
Danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum hevur biðið Fólkatingið og løgmálaráðið í Føroyum um umbering
Tað var so trupult hjá katólska prestinum Peter Fleetwood at virka í Føroyum, tí innferðarreglurnar vóru so strangar, at hann avgjørdi at gevast. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.03.2024 - 08:30

Danska Útlendingastýrið hevur fylgt mannagongdum uttan heimild seinastu 20 árini.

Tað viðgongur Kaare Dybvad Bek, ráðharri í útlendinga- og integratiónsmálum, í kunning til Føroyanevndina, eftir at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Løgmálaráðið hava gjørt vart við málið.

Tað merkir, at útlendsk prædikufólk í Føroyum hava verið viðfarin eftir skeivum reglum.

Í oktober í fjør spurdi Sjúrður Skaale Kaare Dybvad Bek, ráðharra, um "forkynderloven" virkar, sum hon eigur at gera.

Tað er lógin, sum skal forða fyri víðgongdari og antidemokratiskari trúboðan.

 

Kåre Dybvad Bek, ráðharri, viðgongur, at málini hava ikki fingið rætta viðgerð. (Savnsmynd)

 

Katólskur prestur gavst

Spurningurin var settur í sambandi við, at katólski presturin Peter Fleetwood, sum var í Føroyum í trý ár, gavst við sínum virksemi í Føroyum.

Katólski presturin fór úr Føroyum, tí tað var so trupult hjá sær at fáa innferðarloyvi í Føroyum, hevur hann sagt við katólska miðilin The Pillar.

Hann sigur, at hann kendi tað sum, at danskir myndugleikar allatíðina høvdu illgruna til sín og høvdu eftirlit við sær.

Hvørja ferð, hann skuldi av landinum, noyddist hann at søkja um loyvi at sleppa aftur til Føroya í minsta lagi ein mánað frammanundan.

Og fór hann ikki aftur til Føroya tann dagin, hann hevði søkt um, skuldi hann fara á danska sendiráðið í London at søkja um innferðarloyvi.

Presturin sigur við The Pillar, at "forkynderloven", sum kom í 2016, ger, at hann ikki longur kann virka sum prestur í Føroyum.

 

Ráðharrin hevur biðið bæði Fólkatingið og føroyska løgmálaráðið um umbering. (Savnsmynd)

 

Níggju mál

Sambært Útlendingastýrinum eru níggju føroysk mál viðgjørd eftir mannagongdunum í heimildarloysi.

Av teimum níggju umsøkjarunum, sum hava biðið um uppihaldsloyvi sum ”religiøs forkynder”, hevur ongin fingið noktandi svar, og útlendingastýrið ætlar ikki at taka málini upp og viðgera tey av nýggjum.

Kaare Dybvad Bek, ráðharri, sigur í viðmerkingunum til Føroyanevndina hjá Fólkatinginum, at hann harmast um, at Útlendingastýrið av órøttum ígjøgnum so nógv ár hevur fylgt ov skerpandi mannagongdum, og at hann biður bæði Fólkatingið og føroyska løgmálaráðið um umbering.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519