Forkvinnan í ES-nevndini er komin til Føroya

Forkvinnan í ES-nevndini er komin til Føroya
Í morgin fara Ursula von der Leyen og Aksel V. Johannesen at skriva undir semjuskjal um at styrkja samstarvið millum Føroyar og Evropasamveldið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.03.2024 - 22:30

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, kom í kvøld til Føroya við flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Keypmannahavn.

Ursula von der Leyen er komin til Føroya í sambandi við, at hon og Aksel V. Johannesen í morgin fara at skriva undir eitt semjuskjal um at styrkja samstarvið millum Føroyar og Evropasamveldið.

Endamálið við semjuskjalinum er at gera ein yvirskipaðan karm fyri samstarvið millum Føroyar og ES, og at menna viðurskiftini enn meira, sigur Løgmansskrivstovan.

Skrivað verður undir skjalið á middegi í morgin, og  aftaná verður tíðindafundur.

Eftir tíðindafundin fer forkvinnan í ES-nevndini at vitja Bakkafrost á Glyvrum og Ocean Rainforest í Kaldbak. Haðani gongur leiðin til Gásadals og Bíggjar, áðrenn Ursula von der Leyen í annaðkvøld fer av landinum aftur við flogfari. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946