Neyðugt við átøkum at minka lønargloppið millum menn og kvinnur

Neyðugt við átøkum at minka lønargloppið millum menn og kvinnur
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, er á altjóða ráðstevnu á ST-høvuðsborgini í New York
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum.
 
12.03.2024 - 14:20

- Vit noyðast at gera átøk, sum skulu minka um lønargloppið millum kvinnur og menn. Øki, sum gera mun, kunnu vera pensjónsviðurskifti, skattaviðurskifti og fíggjarlógararbeiði.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, sum hesa vikuna er á altjóða ráðstevnu á ST-høvuðsborgini í New York.

Høvuðsevnið á ráðstevnuni í ár er kvinnur og fíggjarlig javnstøða.

 

Umframt landsstýriskvinnuna eru løgtingskvinnur eisini á ST-ráðstevnuni í New York í hesum døgum. (Mynd: Liljan Weihe á Facebook-vanga)

 

Í gjár sat Sirið Stenberg við pallborðið saman við norðurlendsku javnstøðuráðharrunum, har fíggjarlig ójavnstøða varð viðgjørd:

Millum evnini, sum vóru viðgjørd á fundinum, vóru tilflytarar, fíggjarligur harðskapur, stakir uppihaldarar og fólk við breki:

 

12032024_Sirid_ur_NY

 

Hetta er 68. ársfundur í Commission on the Status of Women hjá ST.

Á pallborðsfundi í morgin fara serfrøðingar at viðgera fíggjarliga javnstøðu.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946