Heilsustarvsfólk skulu fáa løn undir útbúgving

Heilsustarvsfólk skulu fáa løn undir útbúgving
Møguleikin fyri løn undir útbúgving er treytaður av, at landið og kommunurnar lyfta í felag, svarar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður
Heilsuskúlin.
 
12.03.2024 - 10:06

Arbeitt verður nú miðvíst við málinum at veita heilsustarvsfólkum løn undir útbúgving. 

Tað svarar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um hetta.

Hon spyr, hvussu tað gongur við arbeiðinum at veita heilsustarvfólkum løn undir útbúgving, og nær vit kunnu vænta, at skipanin verður sett í verk. 

Djóni Nolsøe Joensen svarar, at ymsir hættir at skipa løn undir útbúgving  eru umrøddir innanhýsis í fyrisitingini,  og fundur  hevur  nýliga  verið  millum  Barna-og útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið og Heilsuskúla Føroya um málið, og tykjast allir partar vera sinnaðir at arbeiða við einari loysn.

 

Lestrarstuðul og løn

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at hugsanin er at  koma  við  boðum  upp  á,  hvussu  tey,  sum  eru  undir  útbúgving  til  heilsuhjálpara, heilsurøktara  og  námsfrøðihjálpara  kunnu  fáa  løn  undir  útbúgving.  Í  hesum  sambandi  skulu  ymsir møguleikar umrøðast, eisini møguleikar fyri at samantvinna lestrarstuðul og løn. 

Hann svarar eisini, at arbeiðsbólkurin eftir ætlan kemur á mál ímóti sumri.

Møguleikin fyri løn undir útbúgving fyri hesar útbúgvingarbólkar er treytaður av, at landið og kommunurnar lyfta í felag, svarar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035