Føroya Tele: Nýggi stjórin nevndarformaður í dótturfeløgum

Føroya Tele: Nýggi stjórin nevndarformaður í dótturfeløgum
Fíggjarstjórin hevur eisini fingið fleiri nevndarsessir
Nevndirnar í fleiri dótturfeløgum hjá Føroya Tele eru mannaðar av nýggjum.
 
12.03.2024 - 15:20

Føroya Tele hevur valt nýggjar nevndarlimir í fleiri av dótturfeløgunum.

Øll nevndin í partafelagnum Shefa, sum eigur og rekur fjarskiftiskaðalar, teirra millum Shefa-2, Cantat-3 og Hronn, er skift.

Annbritt Fríða Stenholm Tummasdóttir Andersen er sambært Skrásetingini farin frá sum nevndarforkvinna. Eisini eru Ata Jacobsen og Óli M. Hansen farin úr nevndini.

Nýggj í nevndini eru Kristian Reinert Davidsen, sum er nýggjur nevndarformaður, og Jóna Olsen og William Joensen, sum taka við sum nevndarlimir. 

 

FT Samskifti

Eisini í partafelagnum FT Samskifti er øll nevndin skift.

FT Samskifti hevur sum endamál at reka fjarskiftiskervi og fjarskiftistænastur.

Úr nevndini eru farin Hans Jákup Langgaard, Helga á Borg og John Eyðstein Johannesen. 

Í teirra stað er William Joensen komin í nevndina.

Umframt William Joensen er nevndin í FT Samskifti mannað við Báru Manbjørnsdóttir Gásadal, sum er nevndarlimur, og Kristian Reinert Davidsen, sum er nevndarformaður. 

 

Kristian Davidsen, sum aftur hevur tikið við sum stjóri í Føroya Tele, er eisini nevndarformaður í fleiri dótturfeløgum hjá fyritøkuni. 
 

Televarpið

Partafelagið Televarpið hevur eisini framt broytingar. 

Lena L. Mohr, forkvinna, og Eva Skeel Nolsøe eru farnar úr nevndini. 

Kristian Reinert Davidsen er nýggjur nevndarformaður, og William Joensen er nevndarlimur. 

 

NET

Í partafelagnum NET, sum umsitur fjarskiftiskervi, er Símun Skaalum komin í nevndina fyri Johnni Meinhard Poulsen. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519