- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarafundur um framhaldsdeild í Eysturkommunu
Um eina viku, 19. mars, verður borgarafundur í Eysturkommunu um at skipa egna framhaldsdeild í kommununi.
Frágreiðing frá arbeiðsbólkinum, sum hevur kannað møguleikan at skipa egna framhaldsdeild, verður løgd fram, og fólk fáa høvi til at seta spurningar og kjakast.
Nakað av almennum kjaki hevur longu tikið seg upp um málið. Tí Fuglafjarðar kommuna vil ikki góðtaka, at Eysturkommuna tekur seg burturúr skúlasamstarvinum og skipar egna framhaldsdeild.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, segði við Kringvarpið um vikuskiftið, at ein umsókn er komin frá Eysturkommunu um at slíta skúlasamstarvið, men at málið ikki er nóg væl upplýst enn.
Borgarafundurin verður í bygdarhúsinum í Leirvík 19. mars kl.19.30.