- Tíðindi, mentan og ítróttur
A-landsliðið til venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark kunngjørt
A-landsliðið í fótbólti til venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark ávikavist 22. og 26. mars er úttitkið.
Håkan Ericson, venjari, hálaði ikki nakrar kanin upp úr hattinum, tá hann kunngjørdi liðið. Tað er nógv tað, ið væntað varð, hóast nógvir av leikarunum, ið vit vanliga síggja á landsliðnum, eru í løtuni skaddir. Talan er um Odmar Færø, KÍ, Heini Vatnsdal, KÍ, Hallur Hansson, KÍ, Ára Mohr Jónsson, HB, Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK, Meinhard Egilsson Olsen, B36 og Patrik Johannesen, Breiðablik (ÍS).
Og so hava tveir leikarar givið avboð av persónligum ávum, og tað eru KÍ-leikararnir Jákup Biskupstø Andreasen og Jóannes Kalsø Danielsen.
Mest nevnivert er tað, at álopsessið hjá KÍ, Páll Klettskarð, ið skoraði fýra mál í ársins fyrsta landskappingardysti móti ÍF um vikuskiftið, framvegis ikki er at síggja millum áleypararnar.
Hinvegin er Petur Knudsen úr NSÍ aftur í hópinum, og eitt nýtt navn sum Arnbjørn Svensson úr Víkingi hevur eisini fingið pláss í hópinum.
Málmenn
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (DK)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Verjuleikarar
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Bartal Wardum, HB
Daniel Johansen, Thisted FC (DK)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (PO)
Magnus Egilsson, B36
Hørður Askam, AB (DK)
Miðvallarar
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍS)
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (NO)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (DK)
Áleyparar
Pætur Petersen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (NM)
Venjarin
Håkan Ericson